Tann nú 30 ára gamli maðurin er ákærdur fyri fleiri brot á ferðslulógina, og harafturat er hann ákærdur sambært grein 252 í revsilógini, sum snýr seg um á skilaleysan hátt at seta lív og førleika hjá øðrum í vanda.
Játtaði seg sekan
Málið var fyri í Føroya Rætti í gjár, og tann ákærdi bilførarin játtaði seg sekan í brot á ferðslulógina, men hann játtaði seg ikki sekan í at hava koyrt kapp. Hann segði, at tað var ikki nøkur ætlan um at koyra kapp, men tað bleiv til tað nakað, sum minti um tað.
Bilførarin greiddi frá, at hann hevði staðið parkeraður á parkeringsøkinum við Havnagøtu. Síðani koyrdi hann út frá parkeringsøkinum yvir móti rundkoyringini við Eystaru Vág, áðrenn hann vendi heim aftur móti býnum. Beint framman fyri hann koyrdi eitt sysktinabarn hjá honum. Bilførarin royndi at yvirhála sysktinabarnið, sum tó setti ferð á, og teir báðir koyrdu tí lið um lið heim eftir Havnagøtu.
Tá ið teir báðir nærkast Café Natúr, varnast bilførarin, at hann ikki megnar framvið sysktinabarninum og heldur ikki sleppur aftur um hann aftur. Hann fer tí vestur um Café Natúr, hóast hetta er ímóti ferðsluni. Bilførarin segði í Føroya Rætti, at hann ikki helt nakran bil kom ímóti, tí at hann ikki sá ljósglæmu frá nøkrum lyktum í vegginum hinumegin caféina. Men ein bilur kom koyrandi, og tí gjørdist talan um ein harðan samanstoyt. Tíbetur hendi eingin stórvegis fólkaskaði, men báðir bilarnir fingu stóran skaða.
Í rættinum segði Linda Hesselberg, ákæri, at tað var eitt undur, at fólkaskaðin ikki var størri, og tað kundi eins væl enda við, at onkur lá eftirá. Hon helt ikki, at tað var bilføraranum fyri at takka, at skaðin ikki gjørdist størri, og hon kravdi tí harða revsing.
Harmaðist tilburðin
Ákæruvaldið kravdi, at bilførarin verður dømdur í minsta lagi 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing, og at hann verður dømdur at missa koyrikortið í hálvtannað til tvey ár treytaleyst. Linda Hesselberg segði í rættinum, at hon fegin vil hava Føroya Rætti at revsa bilføraran hart og harvið geva eina greiða ábending um, at slík skilaleys koyring ikki verður góðtikin.
Verjin hjá tí ákærda, Poul Hansen, helt ikki, at tað var neyðugt at døma ákærda treytaleysa revsing, tí maðurin ikki er revsaður áður. Somuleiðis helt verjin, at tað eigur at ávirka revsingina, at ongin stórvegis fólkaskaði var í sambandi við tilburðin.
Dómur fellur í málinum komandi mánadag.