Í vetur fer danska flogfelagið, SAS, at flúgva til Føroyar seks dagar um vikuna - og tað er 41 prosent meiri enn tey flugu seinasta vetur. Farna vetur flugu tey til Føroya fýra dagar um vikuna.
SAS sigur í einum tíðindaskrivi í morgun, at tey leggja framvegis stóran dent á føroyaflúgvingina og hóast tey flúgva seks ferðir um dagin í vetur, fara tey framvegis at flúgva níggju ferðir um summarið.
Tey siga, at føroyingar hava tikið væl undir við flúgvingini hjá SAS og tað er orsøkin til, at tey fara at flúgva meiri í vetur enn seinasta vetur.
Flogførini hjá SAS er eisini farin at brúka framkomnu RNP tøknina, sum ger, at flogørini kunnu seta seg í verri sýni enn annars, og tey siga, at 11 ferðir í summar, høvdu tey ikki kunna lent í Føroyum, høvdu tey ikki havt hesa tøknina.