Fyrr í dag hevði svenski landsliðsvenjarin, Janne Anderson tíðindafund har hann kunngjørdi svenska EM-hópin.
Hóast hann uppá bekostning av Viljormi Davidsen hevur fingið nógva spælitíð á vinstra bakki í Vejle bleiv Pierre Bengtsson ikki tikin út til svenska EM-hópin. Ludwig Augustinsson og Martin Olsson eru tiknir út til plássið á vinstra bakki.
Fyri 33 ára gamla Pierre Bengtsson, ið hevur spælt 36 landsdystir fyri Svøríki er talan um eitt stórt vónbrot. Janne Anderson greiddi frá í samrøðu við Sveriges Radio, at talan var um eina torføra telefonsamrøðu tá hann skuldi boða Pierre Bengtsson frá, at hann var vrakaður til svenska EM-hópin.
Pierre Bengtsson var leigaður út frá FC Keypmannahavn til Vejle fyri at fáa meiri spælitíð so hann skuldi fáa ein betri møguleika at sleppa við til EM-endaspælið.
Hesir manna svenska EM-landsliðið:
Málverjar:
Robin Olsen, Kristoffer Nordfeldt, Karl-Johan Johnsson
Verjuspælarar:
Mikael Lustig, Emil Krafth, Victor Nilsson Lindelöf, Andreas Granqvist, Marcus Danielson, Pontus Jansson, Filip Helander, Ludwig Augustinsson, Martin Olsson.
Miðvallarar:
Albin Ekdal, Kristoffer Olsson, Victor Claesson, Sebastian Larsson, Ken Sema, Jens Cajuste, Emil Forsberg, Dejan Kulusevski, Gustav Svensson, Mattias Svanberg
Áleyparar:
Alexander Isak, Marcus Berg, Robin Quaison, Jordan Larsson.
Skráin fyri bólkaspælið hjá Svøríki:
14. juni 20.00: Spania–Svøríki, Ramón Sánchez Pizjuán stadium (Sevilla)
18. juni 14.00: Svøríki–Slovakia, Gazprom arena (Sankta Pætursborg)
23. juni 17.00: Svøríki–Póland, Gazprom arena (Sankta Pætursborg)











