Kappingarneyti hjá Al-Nassr fer at bjóða Messi yvir tvær miljardir krónur

Al Hilal bjóðar Lionel Messi ein sáttmála, ið næstan fær sáttmálan hjá Cristiano Ronaldo at blikna

Ein miljard og 448 miljónir í okkara peningi. So høg er lønin Cristiano Ronaldo fær frá saudiarabiska felagnum, Al-Nassr.

 

Nú ætlar kappingarneytin hjá Al-Nassr, Al Hilal at bjóða Lionel Messi sum er enn betri og hægri enn lønin, ið Cristiano Ronaldo fær frá Al-Nassr.

 

Hetta skrivar spanski miðilin, Mundo Deportivo. Mundo Deportivo skrivar, at Messi er allarovast á ynskilistanum hjá Al-Hilal, og er Al-Hilal til reiðar at bjóða Messi eina løn, ið svarar til tvær miljardir og 63 miljónir krónur í okkara peningi. 

 

Í mun til verandi løn í Paris Saint Germain er talan um eina risastóra lønarøking. 

 

Al-Hilal ynskir, at Messi skrivar undir sáttmála við felagið beinavegin, so hann kann vera partur av hópinum, tá HM fyri felagslið skal spælast í Marokko millum 1. og 11. februar. 

 

Messi kann tó ikki einsamallur taka avgerðina um eitt skiftið til Al-Hilal. Sáttmálin við PSG gongur fyrst út í summar. 

 

Mundo Deportivo skrivar, at saudiarabiska stjórnin er millum íleggjararnar sum vil hava Messi til saudiarabiskan fótbólt. Lutvíst fyri at økja um altjóða áhugan fyri saudisku liguni við at hava bæði Messi og Ronaldo at kappast í liguni, og eisini fyri at fremja søkina hjá Saudiarabia at vinna kappingina um at reika fyri HM-endaspælinum í 2030 saman við Egyptalandi og Grikkalandi.