Jóan Símun Edmundsson spældi 70 minuttir, tá lið hansara, KA Akureyri í Conference League tapti tepurt 2-3 fyri danska liðnum, Silkeborg aftaná longda leiktíð.
KA megnaði javnleik 1-1 í Silkeborg, og gjørdist sostatt talan um ein samlaðan 4-3 sigur til Silkeborg. Stóra hetjan hjá Silkeborg var Tonni Adamsen, ið skoraði reint hattrick.
Hallgrímur Mar Steingrímsson legði KA á odda í 34. minutti. Tíðliga í seinna hálvleiki skoraði Tonni Adamsen tvey mál innanfyri átta minuttir. Stutt undan vanliga leiktíðin var farin eydnaðist tað Viðar Örn Kjartansson at javna til 2-2, og so mátti longd leiktíð til. Men í longdu leiktíðini var triðja málið hjá Tonni Adamsen munurin millum liðini.
KA er úti úr kappingini, men teir megnaðu at leypa hvøkk á stóru favorittarnar úr Silkeborg.