Í vár var uppskot um broytingar í fólkaskúlalógini fyri á tingi, og nakrar broytingar vórðu samtyktar. Ein av broytingunum er, at skúlar nú kunnu umskipa fimm tímar.
Hetta skrivar Tórhallur við Gil, næstformaður Føroya Lærarafelags á netsíðuni hjá Skúlablaðnum.
Sjálv skipanin er ikki nýggj, tí síðani 2019 hevur við ávísum treytum borið til at umskipa tveir tímar í hvørjum flokki, tó í mesta lagi ein tíma í hvørjari lærugrein. Heldur ikki bar til at taka tímar av føroyskum. Skipanin er nú broytt, soleiðis at fimm tímar kunnu umskipast, og treytirnar eru somuleiðis broyttar.
Broytingarnar eru, at skúlar kunnu brúka fimm tímar av undirvísingartímatalinum í hvørjum flokki til at menna sang og tónleik og aðrar lærugreinir innan handaverk og list, vallærugreinaskipan og at seta inn í flokkum við øktum læraratímum. Tó skal hetta ikki takast av undirvísingatímatalinum í sangi, tónleiki og øðrum lærugreinum innan handaverk og list ella í lærugreinum við tveimum tímum ella færri um vikuna.
Í reglunum er eisini ásett, at skúlar kunnu í mesta lagi umskipa tríggjar tímar um vikuna í einstakari lærugrein og skulu tryggja, at tað hvørja viku eru í minsta lagi 50% eftir av tímunum í teimum lærugreinum, har tímar verða umskipaðir.
Øll greinin kann lesast á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum.











