Kapping í amboðsfimleiki verður fyri fyrstu ferð talgildað

Í morgin verður liðkapping í amboðsfimleiki í Bylgjuni í Runavík

Í morgin verður liðkapping í amboðsfimleiki í Bylgjuni í Runavík. 

 

113 børn og ung eru tilmeldað. Útfrá tilmeldaða talinum, væntaða áskoðaratalinum, venjarum, dómarum og hjálparfólkum annars, kann væl hugsast, at eini 400 fólk verða knýtt at Bylgjuni hetta vikuskifti.

 

Umleið 20 dómarar manna dómaraborðini hesaferð. Fimleikafelagið Støkk, sum er fyriskipari, er sera spent uppá at bjóða betri umstøður til dómarar og áskoðarar í Føroyum. Talan er um eina altjóða úrslitaskipan, har úrslitini síggjast beinleiðis á netinum. Harumframt verður kappingin stroymað fyri fyrstu ferð og kann í morgin síggjast her.

 

Amboðsliðini eru mannað við úrmælingum, sum fyrst hava verið til úttøku hjá avvarandi feløgum, hareftir brúka tey nógvar tímar í venjingarhølunum.

 

Í amboðsfimleiki verður kappast í 6 amboðum á dreingjasíðuni og í 4 amboðum á gentusíðuni. Tí er hetta ein sera fjølltáttað ítróttargrein, og støðið er høgt.

 

Kappingin í Bylgjuni leygardagin verður skipað í trimum umførum soleiðis:

 

09.00-11.00 Kvinnur, menn, mansunglingar og dreingir

Helen Gaardbo, forkvinna í støkk bjóðar vælkomin. Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, handar heiðursmerkir          

 

12.00-16.00 U11, U14, smádreingir og piltar

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri bjóðar vælkomin. Terje Vestergaard, f. mentanarnevndini handar heiðursmerkir

 

17.00-19.30 Góðkenning fyri Stig 1,2,3 og kappingarfyrireiking piltar

Sølvi R. Hansen Mentanarleiðari bjóðar vælkomin.