Skúlabygging
Tað gongur alsamt framá við ætlanin at byggja nýggjan studentaskúla í Suðuroynni.
Bygginevndin hevur gjørt at at skipa fyri arkitektakapping um nýggja skúlan og í Sosialinum í gjár varð lýst við projektkapping um miðnámsskúla í Suðuroy.
Endamálið við kappingini er at fáa uppskot um, hvussu skúlin skal síggja út.
Skúlin skal vera tíðarhóskandi karmur um fjølbroytt og framkomin útbúgvingartilboð fyri ung og tilkomin. Men samstundis skal skúlin hava umstøður til at gerast virkin partur av samfelagnum og geva møguleikar fyri at binda saman undirvísing, mentan, arbeiðslív og vinnulív í Suðuroynni.
Talan er um eina almenna kapping, har øll, ið halda seg havba førleika at vera við, kunnu lata uppskot inn.
Byginevndin hevur 200.000 krónur at lata til virðislønir og til at keypa eitt møguligt uppskot fyri. Men tað er í øllum førum greitt, at uppskotið, sum vinnur kappingina, fær minst 100.000 í fyrstu virðisløn.