15. septembur verður eitt stórt ruddingarátak í Føroyum, nevnt Rudda Føroyar. Tá er ætlanin at fáa so nógvar føroyingar sum møguligt, helst eini 2.500 fólk, út at rudda í Føroyum.
Men felagsskapurin sigur, at tað snýr seg ikki bara um at rudda hendan eina dagin, men at rudda eisini í gerandisdegnum. Endamálið er, at Føroyar skulu gerast heimsins ruddiligasta land.
Nú ein dagin vóru nøkur av fólkunum handan átakið ein gongutúr í Havnini og tóku tað ruskið upp, sum tey komu framá. Og fongurin var stórur, upp í tveir beriposar.
Fyri at eggja fólki at rudda meiri, fara tey tí at skipa fyri eini ruddikapping.
- Næstu ferð tú fert ein túr, so tak ein posa við til at koyra rusk í, sum tú finnur á vegnum. Tá tú kemur heim, tak so eina mynd av ruskinum áðrenn tú beinir tað burtur og send hana á Facebooksíðuna hjá Rudda Føroyar og tagga trý fólk, sum tú fegin vilt bjóða av til eisini at rudda Føroyar, skrivar felagsskapurin á Facebook-síðu sínari.