Í Kina eru tey farin undir eina nýggja ítróttargrein, har tað snýr seg um at flóta longst í vatni. Ítróttargreinin er ikki so trupul, tú skalt bara liggja stillut, men kappingin krevur gott tol. Nú um dagarnar var ein slík kapping í eini heitari keldu í Chongquing, og 14 luttakarar royndu seg.