Marjus Dam
løgtingsmaður
?????????????
Seinastu vikurnar hevur javnan verið kaos um Vestmannasund, nú Ternan er á sleipistøð. Hóast manningin eigur alt rós uppiborið fyri valaarbeiði, kemst ikki uttanum, at SAM er so lítið skip, at tað ikki kann nøkta tørvin um Vestmannasund. Tað ger, at bíðitíðirnar eru ótolandi hjá bæði privat og last bilum. Bíðitíðirnar eru ofta 3-4 tímar fyri at sigla hesar 20 minuttirnar. Tað kostar bæði vinnu og privatum nógv.
Eg vóni, at tað er seinastu ferð, at SAM einsamallur verður settur at sigla hesa farleið. Tað er neyðugt, at eykaskip verður fingið til vega, tá ið Ternan er á sleipistøð ella líknandi.
Tað skilst, at sama óskil er dagligur kostur hjá teimum, ið ferðast um Leirvíksfjørð.
Álvaratos, eru vit komnir úr kreppuni og hava eitt yvirskot uppá 600 milliónir krónur árliga? Mong høvdu kunna liva við einum minni yvirskoti og betri siglingarumstøðum um Vestmannasund og Leirvíksfjørð. Vit kunnu so ikki liva við hesi vána støðu longur. Tað er gott at tunnilin kemur um Vestmannasund. Somuleiðis verður gott, tá tunnilin kemur um Leirvíksfjørð. Men vit skulu liva til tær koma.