Saman við einari polskari undirklædnamodell ger rapparin Kanye West nú ein frekan stuttfilm.
Hann er nú byrjaður uppá ein erotiskan stuttfilm, sum hann ger saman við polsku Victoria Secret modellini, Anja Rubik.
Filmurin er gjørdur í samband við, at modellin nú hevur gjørt eitt nýtt blað, við heitinum 25. Talan er um eitt erotiskt og sensuelt blað, og júst tí hóskar hesin erotiski filmur væl.
- Filmurin er ikki pornografiskur, men ógvuliga sensuellur, sigur Anja Rubik við New York Magazine.
West og Rubik hava verið vinir í fleiri ár, og eftir at sangarin byrjaði sína karrieru sum mótasniðgevi, hevur modellin gingið fleiri mótaframsýningar fyri hann.
Tað er ikki fyrstu ferð, at 35 ára gamli rapparin ger ein film. Í 2010 var Kanye West við í stuttfilminum Runaway.