Kanst tú eta tær eyguni betri?

Gransking vísir, at kostur og serliga samansett kostískoyti hava eina gagnliga og fyribyrgjandi ávirkan á títtleikan av eygnasjúkum.

- Sviar royna at ”eta” seg til eina betri sjón. Umleið 26 prosent av svium, sum eru 40 ár og eldri, leggja kostin um, og tað eru serliga kvinnurnar, sum velja hesa loysnina. Gransking prógvar nevniliga, at kostur og serliga samansett kostískoyti hava eina gagnliga og fyribyrgjandi ávirkan á títtleikan av eygnasjúkum.

 

Tað skrivar www.helse.dk sum vísir til eina norðurlendska kanning um tað, sum danir rópa ”alderssyn” - ella, hvussu tú sært, tá aldur byrjar at koma á.

 

Tá fólk fylla 40, føla tey seg als ikki gamlan. Tó er tað ein sannroynd, at okkara eygu eldast skjótari, enn vit sjálvi gera. Tá fólk fara um tey 40 árini, minka evnini hjá eygunum at fokusera og síggja skarpt.

 

Hóast tøknin hevur verið í stórari menning við nógvum loysnum, bæði innan kontaktlinsur, brillur og skurðviðgerðir fyri betri sjón, har mong bæði sleppa av við brillur og kontaktlinsur, gongur tað kortini illa at fáa fólk at viðurkenna, at sjónin heilt náttúrliga viknar við aldrinum.

 

- Vit minka heldur um lesnaðin, skúva upp fyri ljósinum, droppa ítriv og leggja ger-tað-sjálv/ur verkætlanir á hillina enn at gera nakað við niðursettu sjónina. Hetta er galdandi fyri meira enn annan hvønn dana, sum er 40 ár og eldri. Tað er minni enn helvtin av fólkinum, sum er 40 ár og eldri, sum bíleggja sær tíð hjá eygnalækna, tá sjónin byrjar at vikna.

 

Norðurlendska kanningin, sum sipað verður til, er gjørd av Megafon í samstarv við TargetPR vegna Alcon Nordic A/S og fevnir um 5.195 persónar í Danmark, Noregi, Svøríki og Finlandi. Í kanningini vórðu 1.023 danir yvir 40 ár spurdir.

 

Hóast 85 prosent av spurdu dønunum siga, at teir dragast við viknandi evni at fokusera og síggja skarpt, eru tað kortini bert níggju prosent sum viðurkenna, at eyguni eru viknaði. Tá fólk ikki vilja síggja veruleikan í eyguni, er tað tí, at hetta fær fólk at føla seg eldri, um tey viðganga viknaðu sjónina.

 

Norðurlendska kanningin vísir eisini, at tað er munur á, hvussu danir og sviar taka trupulleikarnar við niðursettari sjón orsakað av aldri. Sviar royna nevniliga at ”eta” seg til eina betri sjón. Umleið 26 prosent av svium leggja kostin um, og tað eru serliga kvinnurnar, sum velja hesa loysnina.

 

Og líkt er til, at svensku kvinnurnar eisini hava nakað at hava hetta í, tí gransking prógvar nevniliga, at kostur og serliga samansett kostískoyti hava eina gagnliga og fyribyrgjandi ávirkan á títtleikan av eygnasjúkum. Serliga innan tað, ið rópt verður AMD, sum merkir aldursrelaterað eygnakálking, er nakað at heinta.

 

Fleiri kanningar vísa, skrivar www.helse, at kostur við nógvum grønmeti og serlig vitamin-og miniralískoyti kann byrgja upp fyri AMD, sum er mest vanliga orsøkin til lesarablindnið millum eldri í ídnaðarlondunum.