Kanska tvær fólkaatkvøður

Tann 1. juni skulu niðurlendsku veljararnir taka støðu til ta ætlaðu ES-grundlógina, men longu nú verður roknað við, at stjórnin fer at skipa fyri einari fólkaatkvøðu afturat, skuldi tað hent, at veljararnir siga nei tann 1. juni.

Allir teir stóru politisku flokkarnir í Niðurlondum taka undir við grundlógini. Politiskir eygleiðarar vænta ikki, at stjórnin fer at gera annað enn tað, sum fólkið sigur, sjálvt um úrslitið ikki er bindandi fyri stjórnina ella tingið. Kortini vænta summir eygleiðarar, at stjórnin fer at halda eina fólkaatkvøðu afturat næsta ár, um niðurlendingar velja at siga nei í næstu viku.

Politikararnir hava sagt, at teir ætla sær at taka støðuna hjá veljarunum til eftirtektar, men tað er tó treytað av, at meiri enn 30 prosent av veljarunum taka lut í fólkaatkvøðuni.