Kanska síðsti dystur hjá Guardiola

Gamla niðurlendska fótbóltsstjørnan Johan Cruyff sigur nú, at CL-finalan í kvøld verður kanska tann seinasti dysturin hjá Josep Guardiola sum Barcelona-venjari. -Tað kemur ikki óvart á meg, um Pep gevst aftan á finaluna, sama hvør vinnur, sigur Johan Cruyff. Hann heldur tó ikki, at Guardiola fer at venja nakað annað felag, men at hann fer at halda frí eitt ár.

 

Josep Guardiola hevur fingið sera góð úrslit, síðani hann bleiv venjari hjá Barcelona. Tað fyrsta kappingarárið vann felagið seks steyp, í fjør bleiv meistaraheitið endurvunnið, tað sama er hent í ár, og í kvøld kann felagið fáa The Double, um tað vinnur finaluna á Wembley.

 

Sjálvur hevur Guardiola ikki gjørt nakra viðmerking til tað, sum Johan Cruyff hevur sagt.