Kanska gjørdi bensintangin munin

Søgan hjá Bakkhús byrjar umleið ár 1900, men størstu nýbrotini komu í 1963, tá bensintangin varð settur uttanfyri handilin, og í 1988, tá handilin gjørdist sjálvtøkuhandil.

 

 

Tað var um 1900, at Daniel Oliver Holm byrjaði handilin Bakkhús, har hann stendur í dag. Handilin byrjaði sum kolonialhandil og Daniel Olivur Holm keypti eisini fisk, sum hann seldi víðari í handlinum.

 

Í 1955 gjørdist hann sjúkur og sonurin, Niels Peter Holm, sum var skipari hjá Garðamonnum, kom heim til Hvalbiar at reka handilin

 

Í 1987 tóku sonur Niels Peter, Mannbjørn, og kona hansara, Kirstin yvir. Mannbjørn Holm hevði fast arbeiði, so tað var Kirstin, ið rak handilin fyrstu árini, meðan Mannbjørn hjálpti til í bakgrundini.

 

– Eitt tað fyrsta vit gjørdu, var at umbyggja og víðka handilin, greiðir Mannbjørn frá. Hetta var í 1988.

– Vit broyttu tá handilin frá at verða aftanfyri disk til at gerast sjálvtøkuhandil. Vit opnaðu aftur í desembur 1988, men vóru so óheppin, at tá brast jólaódnin á, og nýggi handilin fekk nakað av skaða.

 

- Í dag eru vit limir í Samkeyp, og tað hevði neyvan verið møguligt at rikið handilin, um vit ikki vóru limir í onkrari ketu. Tað er ikki tann stóri vinningurin í matvørum, og tí er neyðugt at kunna keypa bíligt inn frá onkrum størri veitarum, greiðir Mannbjørn Holm frá.

 

Umframt matarvørur selir Bakkhús gávulutir, vikubløð og apoteksvørur.

- Vit hava eina avtalu við apotekið á Tvøroyri, um at vera útsøla hjá teimum her norðuri. Tað eru fólk sera glað um, tí so er ikki neyðugt hjá teimum at fara upp á Tvøroyri. Vit hava eisini lagt okkum eftir, at hava eitt stórt úrval av apoteksvørum her norðuri. Vit vinna sjálvandi ongan pening upp á hetta,  men vónin er jú, at kundin tekur onkra aðra vøru við sær heim, sigur Mannbjørn Holm.

 

Mannbjørn Holm sigur, at eins og restin av føroyska samfelagnum, so merktu tey eisini væl til kreppuna.

- Tað koyrdi ómetaliga tungt í nøkur ár, miðskeiðis í nítiárunum, tað er eingin loyna. Mína tíð minnist eg sjey aðrar handlar í bygdini, men Bakkhús hevur hildið á øll árini. Nú gongur væl, og vit skulu ikki klaga. Tað er nógv virksemi í bygdini, flakavirkið koyrir væl og tað smittar av á okkum. Mannbjørn Holm greiðir frá, at tað nú starvast fýra fólk í handlinum, umframt hann og konuna.

 

- Í 1963, tá tunnellin kom, bleiv pápi mín spurdur, um hann hevði hug at fáa ein bensintanga settan upp uttanfyri handilin, og hann tók av, sigur Mannbjørn Holm. Tað er ikki óhugsandi, at tað er hesin tangin, sum hevur gjørt munin, og hevur bjargað Bakkhús frá somu lagnu sum nógvir av kappingarneytunum.