Kanska fleiri uppsagnir á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Enn mangla 820.000 krónur í fyri at sleppa undan fleiri uppsagnum á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Hóast fýra fólk eru søgd upp á Suðuroyar Sjúkrahúsi, eru trupulleikarnir langt frá loystir enn.

Tí enn mangla 820.000 krónur í at fáa játtanina hjá sjúkrahúsinum í ár at halda.

Á fíggjarlógini í ár er 1,5 millión ov lítið sett av til at sjúkrahúsið kann varðveita virksemið frá í fjør. Eftir fund ímillum leiðsluna á sjúkrahúsinum og Almanna- og heilsumalaráðið er gjørt av siga fýra fólkum upp. 1,5 ársverk av teimum knapt fýra ársverkunum í fysioterapiini, hvørva og harafturat skal 1/2 fólk sparast burtur í køkini, umframt eitt í leiðbeiningini og eitt á teknisku deild.

Avleiðingarnar á fysioterapiini hava vit greitt frá omanfyri.

Ronnie Midjord, fyristøðumaður hevur ikki stórvegis viðmerkingar til málið

Men aðrastaðni, hava vit fingið at vita, at sparingin á teknisku deild merkir, at ongin teknikari verður á vakt um kvøldið og um næturnar.


Ikki loystir

Men annars verður víst á, at við hesum eru trupulleikarnar hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi ikki av. Tí enn verður neyðugt at finna sparingar fyri 820.000 krónur fyri at kunna halda játtanina í ár.

Men landsstýrismaðurin ætlar at leggja eyka fíggjarlóg fyri tingið at biðja løgtingið um loyvi til at flyta 600.000 krónur av rakstrinum hjá sjúkrahúsinum til lønir.

Sostatt er leiðslan biðin um at bíða við uppsagnum á seingjardeildini og hjá jarðarmøðrunum til tað er avgreitt.

Men hóast løgtingið játtar hetta, koma so í øllum førum koma so 220.000 krónur at mangla í til lønir, fyri at sleppa undan at siga fleiri fólkum upp.