Á strondini eg stóð í sævarmála
Skýmingin varð eisini í sinninum
Langt úti í havsbrúnni hómaði eg
Eydnu mína ið fleyg avstað avstað.
Veingjasløgini merktust í hjartarøtrum.
Hvølt nívandi særandi ljóð
Standandi á strondini nektaður
Fyri allar mínar kenslur alt mítt Eg
Myrku skýggini krøktu seg í meg
Sugu meg inn í myrkrið onkið.
Kanska er ongin sól til?
Kanska er ongin eydna til?
Kansk eri eg ikki til?
Kanska er hetta bert ein dreymur?
Gævið Gud at so mátti verið.