Klokkan eitt í dag skuldi formaðurin fyri nevndini, ið hevur kannað embætisførsluna hjá Signar á Brúnni, meðan hann sat sum landsstýrismaður, í samband við fíggjarstøðuna í Sjónvarp Føroya, handa løgtingsformanninum, Finnboga Ísakson útslitið.
Tað eydnaðist ikki okkum at fáa niðurstøðuna av kanningini, áðrenn blaðið fór til prentingar.
Vit tosaðu við Signar á Brúnni beint undan middagsleitinum í gjár og hann var sjálvsagt ógvuliga spentur at hoyra hvat kanningarnevndin kom til. Einki var likið út frammanundan um hann var fríkendur, ella um hann fekk eina nøs í kanningini.
-Eg havi sagt tað fyrr og eg endurtaki, eg veit meg einki skeivt hava gjørt í hesum máli og havi eg gjørt nakað skeivt, so eri eg ógvuliga spentur at síggja hvat tað er, segði Signar á Brúnni við Sosialin í gjár.
Tað hava verið nakrir beiskir mánaðir hjá Signar á Brúnni, nú meðan hann hevur sitið á síðulinjuni og minuttirnir ganga seint fram móti at hann fær at vita um hann verður fríkendur ella ikki.
Signar á Brúnni hevur fyrr sagt, at Høgni Hoydal er lopin frá avtaluni við at seta Tórbjørn Jacobsen í sessin hjá Signar. Einki skuldi henda við sessinum hjá Signari, fyrr enn kanningarnevndin var komin við einum úrskurði. Tað hevur eisini vakt undran, at Tórbjørn Jacobsen, sum nú situr í Signarsa sessi, var heitasti talsmaður fyri at fáa Signar frá í samband við fíggjarstøðuna í Sjónvarpinum og báðir eru í sama valdømi. Stjórin í Svf, Tróndur Djúrhus, situr framvegis tryggur í stjórasessinum. Vána fíggjarstøðan í Sjónvarpinum hevur ikki fingið avleiðingar fyri hann.