Altavgerandi er, at løgmaður orðar ein greiðan og breiðan arbeiðsetning, og at tann, ið settur verður at standa fyri kanningini ikki kemur úr miðfyrisitingini, men er óheftur av politisku skipanini.
Tað ringasta sum kann henda er, at ivi verður sáddur um trúvirði í kanningini. Somuleiðis kann hvørki politiska skipanin ella Føroya fólk liva í óvissuni, um ein slík kanning skal fevna um eitt longri tíðarskeið enn 2 til 4 vikur..
Kári P. Højgaard
Løgtingsmaður fyri
Sjálvstýrisflokkin