Kanningarstjóri verður settur

Í dag hevur øll andstøðan undirskrivað áheitan til løgtingsformannin um at seta kanningarstjóra.

Sostatt eru 15 undirskriftir fyri. Samgongan hevur eisini fingið kanningarsetningin, og øll eru vælkomin at skriva undir áheitanina.

 

Kanningin er í trimum pørtum, tí heili tríggjar lógir hava verið galdandi í tíðarskeiðnum 2010-2021, sum kanningin skal fevna um:

 

– Fyrsti partur snýr seg um sjófeingislógina frá 2020, sum er galdandi í dag.

 

– Annar partur snýr seg um fiskivinnunýskipanina frá 2018-2020

 

Hesir báðir partarnar skulu vera klárir og almannakunngjørdir hin 1. mai 2022

 

– Triðji partur snýr seg um lógina um vinnuligan fiskiskap í tíðarskeiðnum 2010-2018

 

Hesin parturin skal vera klárur og almannakunngjørdur 1. desember 2022

 

Kanningarsetningurin kann lesast her: https://www.tjodveldi.fo/wp-content/uploads/2021/10/kanningarstjóri.pdf