Enn eru ikki so nógvir upplýsingar at heinta frá løgregluni um hetta málið. Og tað letur til, at tað eru fleiri orsøkir til tess.
Fyri tað fyrsta eru tað ikki so øgiliga mong, sum hava vent sær til løgregluna hesum viðvíkjandi. Og fyri tað næsta vil løgreglan vísa serlig fyrilit fyri gentuni, sum má sigast at vera stak illa fyri eftir hesa skelkandi hendingina á eystanstevnu.
Men Per Skov Christensen sigur tó, at tað eru nøkur, sum hava boðað løgregluni frá, at tey kenna persónar, sum svara til lýsingina av gerningsmanninum. Hesar fráboðaninar skulu nú kannast, og løgreglan fer at seta seg í samband við persónarnar fyri at tosa við teir.
? Vit hava fingið fráboðanir frá fólki, sum siga seg kenna persónar, sum líkjast ella minna um lýsingina, men tað er jú alt so óvist, so tað skal kannast, sigur Per Skov Christensen.
Eisini eigarin av einum silvurgráum persónlbili er komin fram, men enn er ikki staðfest hvørjir persónar vóru við í bilinum.
Løgreglan er eisini farin at umhugsa tann møguleikan, at persónbilurin mest sum av tilvild hevur minkað um ferðina júst har og í veruleikanum hava persónarnir kanska ikki hugsað um, hvat fyrifórst við Statoilstøðina. Men enn eru hetta bert gitingar, og sum tað letur til, so hevur løgreglan enn ikki nøkur ítøkilig spor at ganga eftir.
Kanningar
Løgreglan arbeiðir framvegis við at kanna málið. Nógvar kanningar hava verið gjørdar á staðnum, og klæðini, sum gentan var í skulu eisini kannast.
? Eg fái ikki sagt so nógv sum nú er. Bæði tí at helst skulu vit ikki avdúka alt í fjølmiðlunum og eisini tí, at gentan er stak illa fyri, og tí kann hetta ávirka hana sera nógv, sigur Per Skov Christensen, sum tó væntar, at málið verður yvirtikið av kriminaldeildini.
Hetta váttar leiðarin á kriminaldeildini, Bergleif Brimvík. Hann sigur, at deildin er komin inn í myndina, og fer hon at avhoyra gentuna aftur.
Eisini skulu aðrar kanningar gerast, sigur hann. Bergleif eins og Per er sera varin við at siga nakað, tí fyrilit skulu vísast fyri ofrinum.
Almenningurin til hjálpar
Tað kann ikki sigast at vera ofta, at slíkar eftirlýsingar verða sendar út frá føroysku løgregluni.
Bergleif Brimvík sigur, at so er, men tað verður umhugsað í hvørjari einstakari sak, um eftirlýsingar skulu sendast út ella ikki.
? Í hesum førinum var tað mett at vera av stórum týdningi fyri uppkláringina av sakini, at fáa hjálp frá møguligum vitnum. Tá ikki so nógvir ítøkiligir upplýsingar eru um gerningsmannin, og ein bilur er sæddur koyra framvið, so er tað upplagt at royna at fáa upplýsingar tann vegin, sigur leiðarin á kriminaldeildini.
Løgreglan fer sum sagt at avhoyra gentuna umaftur og onnur, sum møguliga vita eitthvørt um hendan tilburðin.
? Tað skulu nágreiniligar avhoyringar til, men tá tað er sagt, so er tað sanniliga eisini okkara skylda at verja ofrið, sigur Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni.










