84 prosent av føroyingum siga, at teir vaska sær um hendur, eftir at teir hava verið á vesi.
Tað vísir ein nýggj spurnarkanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri útvarpssendingina Góðan Morgun Føroyar.
14,5 prosent av teimum spurdu siga, at tey vaska sær um hendur næstan hvørja ferð, tey hava verið á vesi.
1,5 prosent sigur, at tey vaska sær ikki um hendur, eftir at tey hava verið á vesi.
400 fólk luttóku í kanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Kringvarpið.