Kanning: Fleiri lesa á vesinum enn á bókasavninum

Føroyingar lesa oftast krimi – í songini

Verkætlanin »Føroyar lesa« hevur gjørt kanning av lesivanum hjá føroyingum. Í sambandi við móðurmálsdagin í morgin hava tey kunngjørt ymisk tøl úr kanningini.

Spyr.fo hevur gjørt kanningina, og 500 fólk yvir 18 ár hava svarað.

15 prosent av føroyingum lesa hvønn dag. 20 prosent lesa fleiri ferðir um vikuna. 16 prosent lesa umleið eina ferð um vikuna. 38 prosent av føroyingum siga, at teir lesa minni enn eina ferð um vikuna. 11 prosent siga, at tey ongantíð lesa.

Best umtókti lesnaðurin er krimibøkur, sum sløk 44 prosent siga seg lesa. Góð 35 prosent lesa skaldsøgur annars, og síðani nevna fólk fakbøkur, ævisøgur, bløð, skaldsligar bøkur og faktabøkur.

Føroyingar lesa mest á føroyskum máli, men danskt er stutt aftanfyri, og enskt er væl aftanfyri.

Tá ið fólk verða spurd um, hvar tey lesa, siga góð 63 prosent, at tey lesa í songini. 49 prosent siga, at tey lesa í sofuni og góð 17 prosent við borðið.

Merkisvert er tað, at fleiri fólk siga seg lesa á vesinum enn á bókasavninum. Næstan tíggjundi hvør føroyingur lesur á vesinum, bert 2 prosent siga seg lesa á bókasavni.

##med2##