Blóðtynnandi heilivágur kann hálvera vandan fyri at fáa demens. Tað vísir ein nýggj svensk kanning, sambært Ritzau. Nýggja kanningin er umfatandi og gjørd í Danderyds sjúkrahúsið í Svøríki.
- Blóðtynnandi heilivágur minkar ikkki einans vandan hjá sjúklingum við hjartaórógvi at fáa blóðtøpp. Vit síggja eisini eina munandi minking innan demens, sigur professarin Mårten Rosenqvist í tíðindaskrivi.
Kanningin er bygt á 440.106 fólk frá svenska sjúklingayvirlitinum í árunum 2006 - 2014. Úrslitini vísa, at millum teirra, sum tóku blóðtynnandi heilivág í eina ávísa styttri periodu eftir at kanningin varð byrjað, høvdu 29 prosent minni kjans fyri at fáa demens. Tóku tey tað í eina longri periodu, minkaði vandin fyri demens við heili 48 prosentum.
- Jú fyrr sjúklingarnir byrjaðu við viðgerðini eftir at hava fingið diagnosuna, jú størri var verjandi ávirkanina móti demens, siga tey í tíðindaskrivinum.
Kanningin varð kunngjørd í dag í European Heart Journal og hevur vakt ans í altjóða miðlunum. Granskararnir siga, at klinisku kanningarnar eru neyðugar fyri at kenna orsøk og virkna í sambandi við nýggju avdúkingina.
Sterkastu viðvirkandi orsøkirnar til demens er vantandi blóðtynnandi heilivágur, at fólk gerast eldri, Parkinsons's sjúka og rúsdrekka misnýtsla. Granskarin Leif Friberg á Karolinska Institut í Stokholm sigur, at órógvandi nógv fólk steðga við at taka teirra blóðtynnandi heilivág eftir fá ár.
- Fyrsta árið eftir tey ery byrjað, eru tað 15%, sum steðga við at taka heilivágin og eftir tað eru tey umleið 10%, sum steðga á hvørjum ári, sigur hann.
/ritzau/TT