Frágreiðing
Spurningurin, um hvørja ávirkan oljuvinnan fer at fáa á Føroyar sum land og smásamfelag, er oftani vorðin reistur, kanska mest eftir, at fyrsta oljan varð funnin undir Føroyum.
Bretska ráðgevingarfyritøkan Menas hevur nú í longri tíð arbeitt við einari verkætlan, sum skal kanna ávirkan og fylgjur í sambandi við, at kollvetni kann hugsast at gerast ein stór ráðvøra eins og vinna í Føroyum. Kanningin hevur arbeiðsheitið A Study of The Impact of The Development of Hydrocarbon Resources on The Faroe Islands.
Tað er BP, sum hevur umbiðið hesa kanningina. Umframt Menas, so hevur eisini Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya verið við.
-Kanningin byggir á undanfarnar kanningar í sambandi við uppbyggingina av einum føroyskum oljuídnaði, sum t.d. Frágreiðingin hjá Oljuráðleggingarnevndini frá 1998. Kanningin er skipað, so hon tryggjar luttøkuna hjá einum víðum skara úr føroyska samfelagnum. Opið verður fyri íkasti frá almenninginum, aðalstýrum landstýrins, vinnulívsfólki og umboðum hjá vinnuni, feløgum og umboðum hjá bygdum og býum og feløgum annars, ið umboða lokal áhugamál, siga Menas og Fróðskaparsetur Føroya.
Tað hevur fyrst og fremst verið Menas, sum hevur staðið á odda fyri kanningini, og leikluturin hjá Fróðskaparsetrinum hevur meira verið at ráðgivið saman við øðrum, men sjálvandi hevur tað eisini týdning, at Fróðskaparsetur Føroya sleppur at luttaka í sovorðnum viðkomandi kanningum.
Kanningin verður stjórnað og samskipað av John Chritstensen, sum er leiðandi ráðgevi innan búskap og stjóri á Menas Associated Limited. Menas Associated Limited er eitt óheft bretskt ráðgevavirki, sum veitir stjórnum og vinnu serkøna ráðgeving. Menas er ført fyri at draga nyttu burtur úr einum fjølbroyttum serkunnleika á nógvum økjum og í nógvum londum gjøgnum síni sambond við lærdar háskúlar og granskingarstovnar kring allan heim. Síðani 1978 hevur Menas veitt serkunnleika og serfrøðingaráðgeving til eitt stórt tal av oljufeløgum og øðrum feløgum, sum takast við at veita orku. Somuleiðis hevur Menas givið fleiri stjórnum ráð, serliga viðvíkjandi búskapi, politikki og umhvørvi, verður sagt.
Kanningin tekur fyriliti fyri nógvum økjum. Bæði búskaparliga og sosial árin og áhugamál verða tikin upp í kanningini.
John Christensen sigur kanningina vera nakað heilt serligt, hóast teir hava rættiliga drúgvar royndir við tílíkum kanningum, og hann er eisini sjálvur úr einum smásamfelag.
Kanningin er nú komin so mikið áleiðis, at Kanningin skal leggjast fyri Oljumálastýrið 26. november, (eftir at blaðið fór til prentingar).
Ætlanin er, at úrslitið skal vera alment kent, men hvør lagnan verður hjá endaligu kanningini er framvegis óvist.
Kanningin tekur, umframt í teimum áðurnevndu økjunum, eisini støði í politisku og umhvørvisavleiðingunum.
Orsakað av meirinnlitinum í, hvat goymir seg í undirgrundini, gevur kanningin mestir júst røttu tíð.
Tað verður seinna dagin á ráðstevnuni, at Dr. Stephen Royle, Mr. J. Wagner og Jógvan Mørkøre fara at siga frá fylgjunum av einari oljuvinnu, og hetta hevur fingið undirheitið A Report made by Menas.










