Nógv teir flestu føroyingarnir eru sinnaðir at fylgja tilmælunum hjá myndugleikunum um at lata seg koppseta fyri koronu. Tað er úrslitið av eini nýggjari kanning, sum á søgu-og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum.
Tað er ikki frítt, at kjak hevur verið um koppseting, men sambært hesi kanningini, sum er gjørd í mai og juni í ár, siga heili 87 prosent av føroyingum, at tey antin eru koppsett, ella fara at lata seg koppseta. Talvan niðanfyri vísir, at samanborið við onnur lond í Evropa, og við USA, er hetta eitt sera høgt talan
##med2##
Í kanningini vórðu tey, sum ikki eru koppsett enn, spurt um tey ætla at fylgja ráðunum hjá heilsumyndugleikunum um at lata seg koppseta um so er, at myndugleikarnir hava eitt koppingarevni, sum er góðkent, og sum teir viðmæla.
Úrslitið er, at umleið 20 prosent, siga avgjørt, at tey fara ikki at lurta eftir myndugleikunum, ella tey siga, at tey eru lutvíst ósamd við myndugleikunum. Men sostatt er tað altso bara 20 prosent av teimum, sum ikki eru koppsett enn, sum ikki vilja koppsetast, ella ikki hava tikið endaliga støðu.
Spurningurin er so, hvør tað er, sum ikki vil lata seg koppseta og her vísir kanningin, at samanhangur er ímillum aldur og hugin at lata seg koppseta. Tey, sum eru mest ivingarsom, eru tey í aldrinum frá 30 - 44 ár, tí tað eru bara 71 prosent av teimum, sum siga, at tey vilja lata seg koppseta. Hinvegin vilja 79 prosent av teimum ungu frá 18-29 ár, lata seg koppseta og í teimum eldru aldursbólkun um er undirtøkan fyri koppsetingini langt yvir 90 prosent, ella upp í heili 97 prosent.