Kanna um Smyril kann sigla skjótari

Serfrøðingar hjá Rolls Royce á veg til Føroya

Strandferðslan fer nú at kanna, um tað er møguligt hjá Smyrli at sigla skjótari, enn hann ger í løtuni.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í svari til fyrispurning frá Sirið Stenberg um óstøðugu siglingina á Suðuroyarleiðini.

Jørgen Niclasen sigur, at Strandferðslan skal saman við Tórshavnar havn tryggja, at virksemið verður lagt betri til rættis komandi summar, tá nýggja havnarútbyggingin er tikin í brúk, og at serfrøðingar frá Rolls Royce/Kongsberg eru á veg til Føroyar at kanna, um Smyril kann sigla skjótari, enn hann ger frammanundan.

– Av og á er Smyril fullfermdur. Serliga í Havn kunnu trupulleikar verða í sambandi við av- og áskipan tí har kann verða trongligt, vegna ymiskt annað vinnuligt virksemi á havnarlagnum. Hetta kann merkja, at ferðaætlanin ikki kann haldast, sigur Jørgen Niclasen.

– Farmurin sum fer við Smyrli er fyri tað mesta í 40 fót bingjum ella í sonevndum lastum, tað eru køli- ella frystibingjur á hjólum, soleiðis at tær verða sleipaðar um borð og í land. Tað fara í miðal 140 sleip hvønn veg um vikuna, um 4.000 tons samanlagt.

 Jørgen Niclasen kunnar eisini, at á Strandferðsluni verður arbeitt við eini nýggjari prísskipan og bíleggingar skipan, og at við slíkari skipan fer at bera betur til at tilrættaleggja arbeiðið og at hækka inntøkurnar hjá Strandferðsluni, sum skulu brúkast til at menna tænasturnar hjá Strandferðsluni, herundir farmaflutning.