Tað er sera týdningarmikið at staðfesta, um kúlulaksur ber sjúkur ella smittur, sum kunnu hótta føroysku alivinnuna. Tað skrivar Fiskaaling í tíðindaskrivi í dag.
Heitt verður á øll, ið fáa kúlulaks, um at lata hann til Fiskaaling.
Vitanin um kúlulaks er sera avmarkað, og tí hevur Havbúnaðarfelagið heitt á Fiskaaling um at kanna støðuna, skrivar Fiskaaling.
Sum partur av granskingarverkætlan, verður talið av fiskaðum kúlulaksum skrásett. Harafturat skal staðfestast, hvørt kúlulaksurin er farin at gýta.
Umframt kúluna, ið siljafiskurin fær, meðan hann gýtur, er eitt eyðkenni fyri kúlulaksin, at hann hevur hvítan kjaft við svørtum góma.
Øll, ið lata kúlulaks inn til verkætlanina, fáa fíggjarliga samsýning afturfyri.
Tó er tað av alstórum týdningi, at fiskurin er so heilur og feskur sum gjørligt, tað vil siga hvørki kruvdur ella frystur.
Í hesum sambandi kann ringjast til Fiskaaling á telefon 774703.
Meira fæst at vita um verkætlanina umvegis www.fiskaaling.fo.










