Kannaðu bilar í Suðuroy

Í gjár og í dag er ferðslupoliti úr Havn í Suðuroy og kannar ferðsluna.

Kanningar eru gjørdar meginpartin av degnum í gjár og í morgun - og tað hevur kostað fleiri suðuroyingum bæði bót og klipp í koyrikortið.

Jaspur Vang, sýslumaður í Suðuroy, sigur, at higartil hava einir 40 bilførarar fingið bót fyri ymisk brot.

Hann sigur, at vanligasta brotið er, at bilførarar høvdu ikki koyrkortið uppi á sær ella at dekkini vóru ólóglig.

Nógvir bilførarar hava eisini fingið bót fyri lyktafeil, men so eru tað eisini nakrir, sum hava koyrt ov skjótt.

Tað kemur ikki óvart á sýslumannin, tí tað er, sum væntað eftir eitt so miðvíst fersðluátak í tveir dagar.

Men eitt, sum kemur óvart á hann, er, at í morgun kannaði løgreglan ferðsluna við ein skúla og har fingu fimm bilførarar klipp í koyrikortið fyri at hava børn í bilinum, uttan at tey sótu í trygdarbeltið.

- Tað høvdu vit ikki væntað eftir, at so nógv er gjørt burtur úr at minna fólk á at brúka trygdarbelti, sigur Jaspur Vang.