Svimjihylur í Nólsoy og fimleikahøll í Kaldbak!
Tað kann verða úrslitið, nú Tórshavnar Býráð hevur samtykt at kanna tørvin á ymsum felagshølum í teimum ymsu bygdunum í Tórshavnar Kommunu.
Upprunin til hetta er, at Kaldbaksnevndin hevur heitt á býráðið um at fáa eina fimleikahøll til skúlan, sum eisini kann brúkast til ítrótt, ítriv og sum borgarahús.
Ongin játtan er til endamálið. Men í hesum sambandi hevur býráðið ístaðin heitt á umsitingina hjá Tórshavnar Kommunu um at kanna tørvin á fimleikahøllum og øðrum felags hølum í bygdunum í Kommununi.
Býráðið nevnir, at bygdirnar Kaldbak, Nólsoy og Velbastað, eru ymiskt fyri, hvat innandura ítróttaumstøður og almenn felags- ella bygdahús viðvíkur.
Her verður ikki hugsað um átrúnaðarlig samkomuhús.
- Í nógvum bygdum verða felagshús nýtt til størri samkomur so sum brúdleyp, ervi, føðingardagar, bygdarstevnur.
- Oftast er tað eitt bygdarfelag, eitt ítróttafelag, eitt dansifelag osfr., sum eigur og rekur slík felagshús, aloftast við sjálvbodnari megi.
- Í Havn eru nøkur kommunal býlingshús, sum í ávísan mun hava somu funktiónir.
Í hesum sambandi staðfestir býráðið at á Velbastað er felagshús, men eingin fimleikahøll. Í Nólsoy er felagshús og ein lítil fimleikahøll er í skúlanum.
- Harumframt stendur ein grund til svimjihyl í Nólsou, men í Kaldbak er hvørki fimleikahøll ella felagshús.
Men býráðið sigur, at tað verður neyðugt at gera eina tørvskanning og tað verður eisini neyðugt at kanna íløgutørvin og rakstrarkostnaðin.
- Eisini er neyðugt at lýsa, hvussu verandi felagshús og karmar annars eru skipaði í dag privat og kommunalt, og uppskot til, hvussu hetta eigur at verða skipað í framtíðini eisini við atliti at, hvussu hetta er skipað aðrastaðni í kommununi.
Mett verður at ein slík kanning fer at kosta 300.000 krónur og tað hevur býráðið núy samtykt at seta í verk.