Kanna svartkalvan frá høvur til botns

Framkomin útgerð fer nú at geva fiskifrøðingum nýggja vitan um, hvussu svartkalvin ferðast og hvussu stovnurin hevur tað.

Ein verkætlan, ið NORA hevur verið við til at stuðla, arbeiðir við at skráseta øll hesi fakta, ið verða fingin til vega við einum chip-merki, sum er fest á svartkalvan.

Sambært grønlendskum miðlum eru fimm slíkir kalvar fangaðir í føroyskum sjógvi. Og bert við hesum fimm eru teir vorðnir varugir við, hvussu djúpt hann í roynd og veru ferðast.

Tað vísir seg, at hann livir munandi djúpari enn áður hildið, og at hann fer upp í tann heitara sjógvin at finna sær føði, og fer síðani aftur móti botni at køla seg av.

- Henda følsomheitin mótvegis hita og kulda kann fáa avgerandi týdning fyri ferðingina hjá stovninum, tí sjóvarhitin broytist undir globalu upphitingini, verður sagt.

Íslendska fyritøkan Stjørnu-Oddi gongur á odda í verkætlanini, sum vísir hita, dýpd, rætning og hall tá svartkalvin svimur.

Sí annars leinkju: www.nora.fo/index.php