Norsku loftferðslumyndugleikarnir hava greitt franska statsadvokatinum frá, at amerikanska flogfarið, sum var av Gulfstream-slagnum, setti seg á Gardermoen-flogvøllinum uttan fyri Oslo kl. 7.40 tann 20. juli í fjør, og at tað fór haðani klokkan hálvgum átta sama kvøld við kós ímóti Le Bourget-flogvøllinum uttan fyri París. Tá vóru tvey fólk fleiri við flogfarinum. Franska blaðið Le Figaro skrivar, at amerikanska flogfarið lendi í Le Bourget seinni um kvøldið, men at tað bleiv ikki avgreitt sum onnur flogfør.
Francois Moulins, statsadvokatur, kannar flúgvingina hjá hesum flogfarinum eftir áheitan frá altjóða mannarættindafelagsskapinum FIDH. Antoine Bernard, aðalskrivari í FIDH, sigur við Aftenposten, at felagsskapurin vil hava at vita, um eitt amerikanskt flogfar við fangum til Guantanamo-leguna setti seg í Fraklandi, og um teir fronsku myndugleikarnir lótu eyguni aftur. Í áheitanini á statsadvokatin vísir felagsskapurin á, at flogfarið, sum hevði frámerkið N50BH, hevur verið í Guantanamo minst seks ferðir.
Norskir myndugleikar spurdu herfyri amerikonsku sendistovuna í Oslo, um N50BH fleyg fyri amerikanskar myndugleikar, tá tað millumlendi í Gardermoen. Svarið frá sendistovuni var nei, men talsmaðurin hjá franska uttanríkisráðnum, Jean-Baptiste Mati, sigur við Le Figaro, at tað er kortini væl hugsandi, at flogfarið var í ørindum fyri fregnartænastuna CIA.
Evroparáðið spurdi herfyri norska uttanríkisráðið um ørindini hjá N50BH í Gardermoen, og fyrr í vikuni boðaði Evroparáðið frá, at tað var ikki nøgt við norska svarið, og at tað tí hevur biðið um eina neyvari frágreiðing. Sambært Le Figaro eru myndugleikarnir í Týsklandi, Italia og Spania eisini í ferð við at kanna ørindini hjá amerikonskum flogførum, sum hava millumlent har.










