Kanna árinini av orkuríkum kosti

Mánadagin 14. januar 2013 byrjar ein serlig granskingarverkætlan á B6.

Á deildini fara tey at kanna, hvønn týdning orkuríkur kostur hevur fyri sjúklingar á medisinsku deild, sum verður kallað B6. Henda verkætlan er samstarv millum sjúkrarøktina á B6, Køkin og depilsleiðsluna á medisinska deplinum, har Kári R. Nielsen og Shain Gaini, yvirlæknar á B6, eru vegleiðarar og hava kliniska granskingarábyrgd.

Kanningin er í tveimum stigum, har fyrsta stigið snýr seg um at kanna BMI, vøddamegi og feittprosent við innlegging og útskriving hjá 100 sjúklingum, sum fáa vanligan sjúkrahúskost.

Næsta stigið snýr seg um at gera somu kanning við 100 aðrar sjúklingar, har lagt verður um til orkuríkan kost til allar sjúklingar, sum luttaka. Hetta verður fyri at vita, um tað hevur árin á BMI, vøddamegi og feittprosent við útskriving.