Kanna óreglusemi hjá býráðspolitikara

Umsitingin í Tórshavnar Kommunu kannar viðurskifti hjá Levi Mørk, ið samstundis hevur tikið sæti í býráðnum

Umsitingin í Tórshavnar Kommunu kannar viðurskifti hjá Levi Mørk, ið samstundis hevur tikið sæti í býráðnum.

 

Eftir øllum at døma ruggar ikki alt rætt í frítíðarskúlanum í Hoyvík, eisini nevndur Klubb 188.

 

Til í november mánað var Levi Mørk leiðari har, men hann fór brádliga úr starvi, og fyribils leiðari tók við.

 

Levi Mørk er, umframt at vera leiðari á hesum kommunala stovni, eisini virkin í býráðspolitikki. Hann er fyrsti varamaður á listanum hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar Kommunu.

 

Um sama mundið sum Levi Mørk fór úr starvi sum leiðari fyri Klubb 188, tók hann sæti í Tórshavnar Býráð sum varamaður fyri Bjørghild Djurhuus.

 

Levi Mørk var eitt nú við til at samtykkja fíggjarætlanina fyri 2014, eins og hann var við á býráðsfundinum 12. desember.

 

Men samstundis sum Levi Mørk situr í býráðnum, er umsitingin farin at kanna ávís viðurskifti í kommunala stovninum í Hoyvík, har Levi Mørk var leiðari.

 

Ingibjørg Berg, kommunustjóri, váttar at kanningar fara fram í løtuni.

 

- Ja, eg kann vátta, at vit kanna ávís viðurskifti á hasum stovninum, sigur Ingibjørg Berg.

 

Sambært keldum hjá in.fo snýr málið seg um fíggjarligt óreglusemi, ið skal vera farið fram á stovninum síðstu árini. Men tað vil kommunustjórin hvørki vátta ella avsanna.

 

- Nei, eg vil ikki úttala meg meira um málið, annað enn at vit kanna ávís viðurskifti, sigur Ingibjørg Berg.

 

Sambært kommunustjóranum er talan um innanhýsis kanningar, sum fara fram. Tað vil siga, at tað er umsitingin sjálv, ið kannar viðurskiftini. Boð eru ikki send eftir fólki uttanifrá, og málið er heldur ikki meldað til politiið.

 

Kommunustjórin sigur seg rokna við, at ein frágreiðing um málið er liðug ”í vikuni”, sum hon málber seg.

 

Sjálvur hevur Levi Mørk ongar viðmerkingar til málið. Hann sigur seg snøgt sagt einki kenna til, at har er nakað mál.

 

- Eg kenni einki til hatta. Tað er púra nýtt fyri mær, at umsitingin er farin at kanna viðurskifti á mínum gamla arbeiðsplássi, sigur Levi Mørk, sum segði upp í november mánað.

 

Formliga var hann leysur úr starvinum sum leiðari fyri Klubb 188 á nýggjárinum. Men sambært Levi Mørk sjálvum átti hann frítíð og annað til góðar, og tí gavst hann at kalla beinanvegin.

 

- Eg segði upp, tí at eg tímdi ikki hatta starvið meira. Eg havi verið har í nógv ár eftirhondini, og havi leingi ætlað mær at siga upp, sigur Levi Mørk.

 

Hann hevur annars ongar viðmerkingar til málið.

 

Sum kommunustjóri hevur Ingibjørg sitið við til býráðsfundirnar í november og desember, har Levi Mørk hevur verið inni sum varamaður, samstundis sum hennara umsiting er farin at kanna viðurskifti á hansara gamla arbeiðsplássi.

 

Kortini hevur tað, sambært Ingibjørg Berg, ongantíð verið upp á tal at meta um valbæri hjá Levi Mørk, tá hann nú skuldi taka sætið aftur í býráðnum.

 

- Man hevur ikki havt orsøk til at kanna hansara valbæri, sigur Ingibjørg Berg.

 

Fíggjarnevndin í Tórshavnar Býráð er í skundi innkallað á fund í morgin.

 

Ingibjørg Berg váttar, at fundur verður, men hon vil ikki svara, hvat er á skránni fyri fundin.

 

- Talan er um eitt innanhýsis mál, svarar Ingibjørg Berg.