Kanna møguleikarnar at flyta ferjueleguna á Drelnesi

Landsverkfrøðingurin er farin at kanna dýpið á Trongisvágsfirði at kanna møguleikarnar fyri at gera nýggja ferjulegu í sambandi við, at havnin, sum er á Drelnesi, skal vera oljuhavn

Á Tvøroyri verður arbeitt av kraft uppá at fyrireika seg til oljuvinnuna.

Stóra, danska felagið, Danbor Service, hevur gjørt av at gera oljuhavn á Drelnesi og í tí sambandinum skal nógv fyrireikingararbeiðið gerast.

Fyri kortum samtykti Tvøroyrar Býráð at fara undir stórar útbyggingar av vatnveitingini, m.a. við tí fyri eyga at tryggja oljuhavnini nóg mikið av reinum vatni.


Kanna dýpið

Men ein trupulleiki er, at Drelnes er ferðafólkahavn í Suðuroynni, og tá ið hon nú verður gjørd til oljuhavn, verður neyðugt at finna ein aðra loysn til ferðamannaskipini.

Men fyrsta stigið at loysa tann trupulleikan er nú loystur.

Seinastu dagarnar er ein gummibátur sæddur liggja uttanfyri Drelnes við merkiligum tólum umborð.

Talan er um ein gummibát frá Landsverkfrøðinginum.

Og tólini umborð, tey verða brúkt til at kanna dýpið við.

Dýpið verður kannað frá ferjunleguni, sum nú er, út ímóti Stóra Hólmi, tað eru leyðsliga mett einar 500 metrar.

Somuleiðis verður dýpið kannað nakað út á fjørðin.

Endamálið við kanningum er at vita, hvussu møguleikarnir eru at flyta ferjuleguna, sum er á Drelnesi, so at nýggj ferðafólkahavn kann gerast, nú ferjulegan, sum er, skal brúkast til oljuhavn.

Dýpdarkanningarnar hava vart í tveir dagar og tær vóru lidnar hóskvøldið í hesum umfarinum.

Upplýsingarnir skulu nú kannast nærri, áðrenn støða verður tikin til, hvørjar aðrar kanningar skulu gerast.

At gera dýpdarkanningarnar er fyrsta stigið fram ímóti at flyta ferjuleguna.

Í vetur skulu aldumátingar gerast á Trongisvágsfirði.