Nú verða Hvalba og Sandvík kanska friðaðar fyri seyð um veturin.
Bygdaráðið sóknini hevur samtykt at kanna, hvussu hesar báðar norðastu bygdirnar í Suðuroy kunnu verða friðaðar fyri seyð um veturin.
Samstundis hevur bygdaráðið samtykt at kanna eftir, hvussu nógv hetta hevði kostað.
Ein spurningur, sum skal kannast í hesum sambandi, er, hvønn rætt tey, sum hava seyð, skulu hava til beitið innangarðs um veturin, verður talan um vetrarfriðing.
Ein møguleiki er, at kommunan keypir alt beitið, so at tey, sum hava seyð ikki hava loyvi til at hava seyð innangarðs yvirhøvur, hóast hann er í stikið hjá eigaranum sjálvum.
Ein annars møguleiki er, at eigararnir fáa rætt at hava seyðin innangarðs. Men tá er treytin, at eigarin hevur hann stikaðan inni hjás sær sær sjálvum.
Ein vansi, sum bygdaráðslimir vístu á í hesum sambandi, er, at skal tað bera til at hava seyð innangarðs í stikum, verður øll sóknin avtaklað í stikum og tað verður ikki eitt prýði fyri bygdirnar.
Nú skal so trivnaðarnevndin í bygdaráðnum arbeiða víðari við málinum.
Í hesum sambandi umhugsa bygdaráðslimir at gera eina kanningarferð norðureftir at vita, hvussu aðrar kommunur, sum hava vetrarfriða bøin, hava gjørt.