Kanna deyðsføll

Amerikansku hernaðarmyndugleikarnir í Afghanistan eru farnir at kanna, hví tveir fangar, sum sótu í varðhaldi hjá amerikanska hervaldinum har, doyðu.
Ein talsmaður hjá herleiðsluni sigur, at teir báðir fangarnir vóru í varðhaldinum á amerikansku herstøðini í Bagram. Amerikanskir fjølmiðlar vilja vera við, at menninir doyðu, eftir at teir høvdu fingið ringa viðferð í fangaleguni.
Talsmaðurin hjá herleiðsluni sigur, at tíðindini í fjølmiðlunum verða tikin við í kanningarnar.