Í nýggjari samstarvsverkætlan millum granskingarstovnar og alivinnuna í Føroyum skulu aldu- og streymviðurskiftini á føroysku alifirðunum greinast. Mikudagin og hósdagin í farnu viku vórðu aldu- og streymmátararnir settir út á aliøkjunum við Kunoyarnes og á Fuglafirði. Hetta var fyrsta átak í nýggjari verkætlan, sum hevur til endamáls at gera neyvar greiningar av aldu- og streymviðurskiftunum á øllum alifirðunum í Føroyum.
Kanningin verður gjørd við at máta aldu og streym á øllum alifirðunum í Føroyum, gera nýggjar sjóvarfalls- og aldusimuleringar og síðani seta hetta í ein dátugrunn.
Verkætlanarleiðslan er hjá P/F Fiskaaling, ið eisini stendur fyri mátingunum, meðan Havstovan góðskutryggjar og viðgerð mátingarnar og leggur úrslitini í ein dátugrunn.
Alifeløgini taka sær av útsetan og upptøku av mátitólunum í samráð við fólk frá Fiskaaling. Náttúruvísindadeildin (NVD) á Fróðskaparsetrinum skal gera streym- og aldusimuleringar á teldu. Verkætlanin verður fíggjað av alivinnuni og P/F Fiskaaling.
Fyri at fáa eina so skynsama og burðardygga aling sum møguligt, er umráðandi
? at kenna til hægstu aldu og mesta streym, ið væntast kann á økinum, fyri at útvega best egnaða útgerð.
? at kenna hvussu nógv tíð við spøkum rákið kann væntast, tá hugsað verður um útskifting av sjónum í nótunum.
? at vita hvussu ofta rákið er harðari enn eitt vist og/ella hvussu ofta aldan er hægri enn eitt vist fyri at vita, hvussu nógv tilfar leggur seg á botn við ávísum alitrýsti.
? at vita hvussu rákið er ímillum alibrúkini fyri at kunna meta um smittuvandan, um sjúka kemur í eitt av alibrúkunum, sigur P/F Fiskaaling í tíðindaskrivi.