Kanna aðrar møguleikar fyri at gera politistøð í Havn

Nú er ikki vist at gamli bankabygningurin við SMS verður politistøð kortini

Danskir myndugleikar fara nú at kann aðrar møguleikar fyri at gera nýggja politistøð í Havn. Ætlanin hevur verið at gera nýggja politistøð í gamla bygninginum hjá BankNordik í Húsagøtu, beint við SMS mitt í Havn.

 

Men herfyri hevði Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, sæti á Fólkatingi í nakrar dagar fyri Sjúrð Skaale. Bjarni Hammer er eisini politistur og hann nýtti høvi til at reisa spurningin um tað nú í roynd og veru var rætta loysnin at gera bankabygningin til politistøð. Hann sigur, at politistar í Føroyum ivast í, hvussiu væl hóskandi bygningurin er til politistøð.

 

Hinvegin hevði hann verið í samband við privat áhugamál, sum vórðu sinnað at byggja eina skræddaraseymaða politistøð, eina sergjørda politistøð við øllum neyðugum hentleikum til bæði bæði politi og ákæruvald.

 

 

Nú hevur so fundur verið ímillum Bjarna Hammer, Sjúrð Skaale og Søren Pape Poulsen, løgmálaráðharra um ætlanina

 

– Avtala er gjørd um at taka alt uttan sjálva høvuðskonstruktiónina í bankabygninginum niður, byggja eina hædd omaná, og gera eitt minni parkeringsdekk norðanfyri, siga teir í eini fráboðan í morgun 

 

Úrslitið av fundinum var, at løgmálaráðharrin boðaði frá, at hann er sinnaður at kanna hesar møguleikar nærri.

 

– Verandi verkætlan verður ikki steðgað ella útsett, men áðrenn arbeiðið við at umbyggja bankabygningin fer í gongd, skulu aðrir møguleikar kannast.

 

Í hesum sambandi skulu møguleikarnir kannast at selja bankabygningin aftur, hvar ein politistøð so kann vera, hvussu ætlanin kann fíggjast, og um tað loysir seg at fara undir eitt so stórt arbeiðið, nú føroyska byggivinnan ikki hevur so nógv at gera sum beint nú.