Karin Kjølbro minti á, at eitt av stavnhaldunum hjá Norðurlandahúsinum er at stimbra føroyska mentan. -Og loyvdi eg mær sum stýrislimir at byggja brúgv yvir til Íslands - tvs. at tað skal vera mín vón, at at nýggi stjórin kann vera við til at orða ein føroyskan mentanarpolitikk og sum føroysk mentanarfólk skríggja eftir í løtuni.
Karin Kjølbro vísir eisini á tað, sum kom fram á fundi í Havn um mentan og fullveldi í farnu viku. -Har kom fram, at uttan mun til um vit fáa fullveldi ella ei, so er tað umráðandi við einum orðaðum mentanarpolitikki.