Kann tykjast vónleyst og tungt

- Tað kann tykjast vónleyst og tungt at stríðast fyri at halda lív í útoyggjunum, serliga tí úrslitini ikki tykjast liggja beint um húsahornið. Men tað hevur ongantíð verið so týdningarmikið sum nú at halda fast og ikki missa takið, segði Óla Jákup úr Dímun á útoyggjafundinum í Hesti

Útoyggjafundurin

Triðji aðalfundurin hjá Útoyggjafelagnum varð hildin í Bygdarstovuni í Hesti seinasta leygardag. Nógv fólk vóru komin saman, og bygdarstovan var á tremur.
Fundurin valdi Abraham Mikladal til orðstýrara og Óla á Geilini til skrivara.
Formaðurin í felagnum, Óla Jákup úr Dímun, setti fundin og las formansfrágreiðingina.
Hann legði dent á týdningin, ið felagið hevur fyri at styrkja
samanhaldið og samstarvið millum tey, sum búgva á útoyggj og fyri at menna útoyggjarnar.
- Tað kann tykjast vónleyst og tungt at stríðast fyri at halda lív í útoyggjunum ? ikki minst, tí úrslitini ikki tykjast at liggja beint um húsahornið. Men tað hevur ongantíð verið so týdningarmikið sum nú at halda fast og ikki missa takið.
Óla Jákup vísti á, at ein vælvirkandi útoyggjamenningarstova (skrivstova) er eitt sera
avgerandi amboð í hesum arbeiði.
- Hetta noyðast vit at fáa myndugleikarnar til at viðurkenna og stuðla, segði hann.
Á fundinum útgreinaði Olga Biskopstø, samskipari, tær uppgávur, sum felagið hevur arbeitt við seinasta árið.
Hon greiddi eisini frá, hvat liggur fyri framman at fremja í hesum árinum.
Olga vísti á, at felagið hevur ikki ta neyðugu arbeiðsorkuna, sum skal til, um munagóð tiltøk skulu setast í verk ? útoyggjunum at gagni.
Á fundinum lýsti Tummas Frank Joensen úr Skúvoy gongdina í "oljutunnumálinum" og vísti á, hvussu trekt tað hevur gingist við at fáa loyst hetta máli.
- Eingi ítøkilig úrslit eru enn, men vónandi verður tað ikki so leingi, til okkurt munagott hendir.
Hann vísti á, at skal nakað munagott henda í hesum máli, er neyðugt, at landið, kommunur, oljufeløg og møguliga SEV gerast partar í málinum.
At enda á fundinum varð eitt skriv lagt fram, sum felagið ætlar at senda Jógvani við Keldu, landsstýrismann í innlendismálum.
Í skrivinum verður heitt á innlendismálaráðið um at geva Útoyggjafelagnum betri arbeiðsumstøður. Tað er umboðsráðið í felagnum, sum hevur tikið stig til hetta.
Á aðalfundinum varð nýggja umboðsráðið staðfest, og val var av starvsnevnd. Úrslitið gjørdist, at starvsnevndin heldur fram óbroytt, og tað sama er galdandi fyri umboðsráðið.
Sostatt heldur Óla Jákup úr Dímun fram sum formaður í Útoyggjafelagnum.
Enn er ikki endaliga avgjørt, hvar næsti aðalfundur felagsins verður, men lagt er upp til, at hann verður hildin í Svínoy.