Fíggjarligu umstøðurnar hava sett stóra ferð á búskapin, og nú verður tosað, um tað ikki er neyðugt at steðga á og tálma hesur stóru samferðsluíløgunum.
Tá byrjað varð at gera tann fyrsta undirsjóartunnilin, ið var til Vágarnar, vóru mong, ið ivaðust um tann tekniska partin, at gera ein tunnil undir havbotninum, og um hesin ikki fór at kosta nógv meir, enn játtaðu upphæddirnar søgdu, og var hetta sjálvandi, tí ongar royndir hesum viðvíkjandi vóru at miða seg eftir.
Hetta arbeiði gekk væl, helst betur, enn nakar tordi at vóna, og framhaldið við tunnlinum til norðoyggjar hevur víst tað sama.
Politikarar settu tí út í kortið, at tá liðugt var til Norðoyggjar, so skuldi haldast fram til Sandoynna. Vit hava onki annað hoyrt síðan tá, enn at hetta var ætlanin, so sjálvsagt hava bæði sandoyggjafólk og onnur, ið ynskja at flyta til Sandoynna at búgva, sett sítt álit á hesa verkætlan. Upplýst verður hiðani, at umleið 60 grundstykki eru umbiðin í ymisku bygdunum, og sjálvandi er hetta í vissuni um, at tunnilin kemur skjótt.
Í dag síggja vit, at gjørdu tunnlarnir hava ein áður ókenda ávirkan á umstøður og trivna fyri hesi økini og samstundis fyri landið.
Tí er tað, at vit í Sandoynni kenna tað sum heilt avgerandi fyri framtíðina hjá fólkinum her býr, og eisini fyri tey, ið ætla at flyta higar, eins og fyri tey ið skulu setast í búgv fyrstu ferð og ynskja at búgva í Sandoynni, at vit við einum tunnli eru hava javnari ferðasamband alla tíðina, bæði hvat viðvíkur fluttningi av rávøru til virkingar og vørur annars eins og fluttning av arbeiðsfólki, ferðafólki v.m., og harvið eru vit eisini nærri miðøkinum, sum í hesum tíðum er ein partur av arbeiðs- og trivnaðarumstøðunum.
Tosið um yvirupphitaðan búskap kann ikki viðføra, at tunnilsarbeiðið verður útsett ella steðga, tí tað verður enn verri fyri landið sum heild, um Sandoyggin verður slept upp á fjall við einum "køldum" búskapi!