Sigurin hjá TAKS móti eigarunum av Varðanum í landsrættinum í fjør kann enda við at kosta TAKS meiri enn stovnurin vann.
Um dómurin hjá Hægsta Rætti stendur við, so eiga eigararnir av Varðanum at kunna selja partabrøv síni í felagnum skattafrítt, í øllum førum ein part av virðinum, sigur Christian F. Andreassen, advokatur.
Fær hann rætt í sínum máli, skulu partaeigararnir ikki skattast av teimum fyrstu 890 milliónunum, sum Varðin verður seldur fyri, skuldu teir ynskt at selt.
TAKS vann í Hægsta Rætti
Føroya Rættur viðgjørdi í gjár eitt sakarmál millum TAKS og teir 11 eigararnar av Varðanum. Málið er eitt slag av framhaldi frá drúgva sakarmálinum millum partarnar, sum í fjør endaði við einum dómi í hægsta rætti.
Gamla málið snúði seg um tá eigararnir av Varðanum, í P/F Vinnuni, seldu partabrøvini til eitt holding felag, P/F 30/9-2005, sum teir sjálvir áttu, fyri 250 milliónir krónur. Stutt seinni løgdu kortini P/F vinnan og P/F 30/9-2005 saman, við tí úrslitið, at nú sótu eigararnir aftur við somu ogn í sama felagið sum upprunaliga, men 250 milliónir krónur ríkari. Søla av partabrøvum, sum ein hevði havt í minsta lagi síðani 2001, var skattafrí tá á døgum og tí rindaðu teir 11 eigararnir av Varðanum ikki skatt av hesum 250 milliónum krónunum, sum teir fingu fyri partabrøvini.
TAKS helt ikki, at hetta var í tráð við skattalógina. Hóast eigararnir søgdu, at talan var um eina sølu, vildi TAKS vera við, at talan var um kapitalvinningsbýti, sum er skattskyldug.
Eigararnir fingu viðhald í Føroya Rætti og í Eystara Landsrætti, men í Hægsta Rætti vann sjónarmiðið hjá TAKS frama. Hægsti Rættur dømdi tí, at í veruleikanum var ikki talan um sølu, men um kapitalvinningsbýti, og tí skal skattur rindast av vinninginum.
Snýr seg um góðar 300 milliónir krónur
Nú er tað, at málið gerst eitt sindur fløkt. Í 2007 bleiv skattalógin broytt, so at nú eru søla av partabrøvum ikki longur skattafrí. Tó so, um tú hevur havt partabrøvini síðani áðrenn 2001, so skalt tú einans rinda skatt av virðisøkingini á partabrøvunum frá 1/1-2007 til tá tú selur partabrøvini.
Nú er spurningurin so – Hevur Hægsti Rættur staðfest, at partabrøvini í P/F Vinnan ikki blivu seld til P/F 30/9-2005 í 2005? Um so er, so eiga hava teir 11 eigararnir átt partabrøvini samanhangandi síðani áðrenn 2011 og tí skulu teir einans rinda skatt av virðisøkingini síðani 2007, um teir skuldu selt Varðan í dag.
Ein grannskoðari hevur mett, at virðið á Varðanum í 2007 var 890 milliónir krónur. Tað vil siga, at tær fyrstu 890 milliónir krónurnar av søluprísinum á Varðanum vera skattafríar, um teir 11 eigararnir kundu hugsað sær at selt.
Blivu partabrøvini so nakrantíð seld?
Eigararnir av Varðanum spurdu so TAKS í novembur 2015, eftir dómin í Hægsta Rætti, um TAKS kundi geva teimum eitt bindandi svar upp á, at eigararnir ongantíð høvdu selt partabrøvini í P/F Vinnuni. Um tey ongantíð eru seld, hava teir átt tey síðani 2001 og kunnu tí selja tey skattafrítt fyri ein stóran part. Teir vilja vera við, at Hægsti Rættur jú staðfesti, at talan var um vinningsbýti og ikki sølu.
TAKS noktar og sigur, at Hægsti Rættur als ikki tók støðu til upprunaligu søluna, men einans til skattateknisku avleiðingarnar av søluni.
Á vári 2016 kæra eigararnir svarið frá TAKS til Skatta- og Avgjaldskærunevndina, sum gevur eigarunum viðhald. Jú, um Hægsti Rættur sigur, at talan er um vinningsbýti, so er eingin søla farin fram og eigararnir hava átt partabrøvini alla tíðina síðani 2001.
Tí valdi TAKS at stevna eigarunum í einum borgarligum sakarmáli, fyri at fáa Føroya Rætt at broyta avgerðina hjá Skatta- og avgjaldskærunevndini.
Summa summarum er, at um Føroya Rættur gevur eigarunum av Varðanum viðhald, skulu eigararnir ikki rinda skatt av teimum fyrstu 890 milliónum krónunum, sum teir fáa fyri fyritøkuna. Tað svarar til góðar 300 milliónir skattafríar krónur. Um so, verður sigurin hjá TAKS í Hægsta Rætti í 2015, sum gav eigarunum boð um at rinda 53,4 milliónir krónur í skatti, kanska ikki so søtur kortini.










