Kann kollvelta arbeiðsmarknaðin

Ein maður hevur stevnt Nærverkinum eftir løn ta tíðina, hann var í barnsburðarfarloyvi. Fær maðurin viðhald, fær hetta kollveltandi avleiðingar á barnsburðar farloyvisøkinum

Tað var í desember 2007, at ein maður, ið tá arbeiddi á Nærverkinum, søkti um og fekk loyvi at fara í barnsburðarfarloyvi. Men tað var uttan løn, fekk hann eisini at vita.
Maðurin kærdi, fyrst til Nærverkið og síðani til Javnstøðunevndina. Kæran til Nærverkið gav einki úrslit, men í Javnstøðunevndini fakk maðurin viðhald.
Javnstøðunevndin gav manninum viðhald í, at hann átti 66.105,04 krónur í løn tær sjey vikurnar, hann var í farloyvi, meðan hann enn arbeiddi hjá Nærverkinum. Aftrat tí veitti Javnstøðunevndin honum 45.000,00 krónur í samsýning soleiðis, at samlaða kravið móti Nærverkinum gjørdist 111.105,04 krónur.
Tær 45.000,00 krónurnar stava frá fimm vikur løn á 9.000,00 krónur, sum Javnstøðunevndin metti sum rímiligt.
Men hóast hetta varð fyrilagt Nærverkinum, hendi einki, og í februar í fjør gjørdi maðurin av at melda Nærverkið. Fríggjadagin var málið so fyri í rættinum.
Maðurin vísir til, at mismunur verður gjørdur á kvinnum og monnum, tí meðan kvinnuligu starvsfelagarnir kunnu fara í barnsburðarfarloyvi við løn, kundi hann ikki. Sakførarin hjá manninum, Eyðbjørn Larsen, vísti á fleiri dømir, har mannfólk í Fíggjarmálaráðnum vóru farnir í barnsburðarfarloyvi við løn, og Fíggjarmálaráðið er júst ráðið, ið umsitur lønarviðurskiftini hjá Nærverkinum.
Tað kom eisini fram í rættinum, at Snorri Fjalsbak, leiðari á lønardeildini, 12. oktober í fjør hevði sent bræv út til allar stovnar undir Fíggjarmálaráðnum, um ikki at gjalda pápum í barnsburðarfarloyvi løn.

Bróta javnstøðulógina
Umvegis sakførara sín, Eyðbjørn Larsen, ákærdi maðurin Nærverkið fyri at bróta javnstøðulógina, §§ 1, 2, 3 og 6, millum annað.
Víst varð eisini á, at sáttmálin, sum Nærverkið hevur, ikki er í samsvar við javnstøulógina, og at Nærverkið tí brýtur lógina um javnstøðu millum kynini.
Tá sakførariin spurdi hann, játtaði hann, at fíggjarligi smeiturin sjálvandi kundi merkjast, men at tað mest var sálarliga trýstið, ið hevði gjørt vart við seg.
Eyðbjørn Larsen vísti aftur, at endamálið við javnstøðulógini var at tryggja kvinnunum javnstøðu. Hann vísti somuleiðis á, at verður mismunur gjørdur á manni og kvinnu í samband við barnsburðarfarloyvi, kann hetta lættliga eggja arbeiðsgevarum til heldur at seta menn enn kvinnur í starv – júst tí menn ikki fáa løn undir barnsburðarfarloyvi.
Hann sló tí fast, at Nærverkið hevur skyldu til at rinda manninum løn, eins og Nærverkið rindar kvinnum í barnsburðarfarloyvi løn.
Sakførarin hjá Nærverkinum, Jens Andrias Vinther, kravdi hinvegin frídøming. Hann helt ikki, at saksøkjarin hevði prógvað brot á javnstøðulógina. Hann vísti á, at grein seks í javnstøðulógini ikki umrøður løn, men bert anciennitet.
Hann viðgekk, at munur verður gjørdur á kvinnum og monnum, men at talan ikki er um mismun.
Jens Andrias Vinther segði somuleiðis, at tað í viðmerkingunum til javnstøðulógina stendur at lesa, at »fleiri lond hava sett eina javnstøðulóg í gildi, fyri at tryggja kvinnunum javnbjóðis rættindi«. Hann metti tí, at hetta var orsøkin til, at vit hava fingið eina javnstøðulóg.
At enda helt Jens Andrias Vinther ikki, at Føroya Rættur var rætta forumið til at avgera málið. Tað eigur at verða gjørt við einari lógarbroyting í Løgtiginum.
Dómur fellur ikki í málinum fyrr enn í næsta mánað.