Løgreglan í Ålesund stúrir fyri, at vanlukkan í býnum í nátt kann hava kostað fimm mannalív 21 fólk vóru í einum íbúðarhúsum, sum rapaðu í Ålesund í nátt, og fimm teirra eru ikki komin afturíaftur.
Løgreglan sigur við norsku fjølmiðlarnar, at tað eru smáar vónir um at finna tey fimm aftur á lívi. Eldur er í húsunum, og tað ger bjargingararbeiðið sera trupult.
Tað er nú greitt, at tað var eitt skriðulop, sum rakti húsini í nátt, og tað sama hendi aftur í morgun. Sambært fjølmiðlunum hava húsini flutt seg einar sjey metrar.










