Tað skal ikki verða skattafrítt at leiha bústaðir út. Tað halda tey í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Í løtuni er ein skipan í gildið har privatfólk, sum leiga bústaðir út, kunnu draga 100.000 krónur av leiguinntøkuni frá í skatti. Hetta er bara galdandi, har talan er um langtíðarleigu, sum er galdandi í minst tríggjar mánaðir.
Fyrst var skipanin tann, at tær fyrstu 50.000 krónurnar av leiguinntøkunum vórðu skattafríar, og so var ein avmarkaður skattur rindaður av restini. Síðani varð skattafría upphæddin hækkað upp í 100.000 krónur. Men hetta var ein skipan, sum bara skuldi vera í gildið til 31. desember í ár. Tá skuldi frádrátturin so lækka niður aftur í 50.000 krónur.
Men nú ætlar Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at leggja eitt uppskot fyri Løgtingið um at gera tað til eina varandi loysn, at tey, sum leiga bústaðir sleppa at draga 100.000 krónur av leiguinntøkuni frá í skatti.
Les eisini: Tey halda at tað hevur hjálpt at lækka skattin
Men hesum tekur Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki undir við, tí tey siga, at tað eigur at vera vinnuligt virksemi at leiga bústaðir út. Tey siga, at hóast tað er heilt ein vanlig vinna í grannalondum okkara at leiga bústaðir út, hevur hendan vinnan ikki fingið fótin fyri seg í Føroyum. Men tey leggja afturat, hon farin at spíra og fer helst at koma fyri seg í næstu framtíð og tað fer at gera føroyska bústaðarmarknaðin munandi øðrvísi og meiri fjøltáttaðan.
Verður tað ein varandi skipan, at privatfólk sleppa at draga 100.000 krónur frá í skatti fyri at leiga út, kann tað verða ein forðing fyri, at tað verður ein vinnuvegur í Føroyum at leiga bústaðir út.
Hinvegin vísa tey á, at tað er bráðtørvur á bústøðum og tí tekur Føroya Arbeiðsgevarafelag undir við, at skipanin við skattafrádrátti fyri at leiga bústaðir út, verður longd í tvey ár afturat - men frádrátturin eigur ikki at verða varandi, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.