Jústinus Leivsson Eidesgaard
Av teimum fimm valevnunum, sum eru uppstillaði til bispavalið, blívur spurningurin um tað eina valevnið við at mala í høvdinum á mær. Tað er Bergur Debes Joensen. Er hann skikkaður til at gerast komandi bispur í Føroyum. Bergur Debes Joensen er stillaður upp av einum konservativum vongi innan fólkakirkjuna, og Peter Olofson hevur verið heima í Føroyum og hjálpt til við hesi uppstilling. Onki ilt at siga um tað. Olofson er ein maður við “sine meningers mod”, og vit vita, hvat hann stendur fyri. Onki er galið í hesi uppstilling, og øll hava rætt at hava síni sjónarmið. Og tað onki loyndarmál, at stillararnir hjá Bergi vilja tátta í átrúnaðarliga og vilja leggja leistin nærri tí skriftin bókstaviliga sigur, uttan tillaging til at samfeløg og hugsannarháttur eru broytt almikið seinastu 2000 árini og serliga seinastu 200 árini. Tað hava fólk fullan rættin til, so leingi tað ikki gongur ókærleiksfult út yvir onnur medmenniskjur.
Hví ditti eg mær at halda, at Bergur er óskikkaður? Orsøkin er, at maðurin vil ikki gifta fólk uppaftur, uttan at deyðin hevur verið upp í leikinum og talan er um einkjur ella einkjumenn.
Hevur Bergur ikki rætt til at hava hetta sjónarmið, at tað er skeivt at gifta uppaftur? Jú tað hevur hann, ongin ivi um tað.
Men kann hann nýtast sum Føroya bispur, sum andaligi leiðarin fyri 85 prosentum av øllum føroyingur við hesi støðu. Kann hann verða bispur hjá teimum mongu, hvørs hjúnarløg syndrast av óeydnusemi og sum vilja royna eydnuna aftur í heilaga hjúnalagnum? Vit tosa um ein fjórðing av øllum teimum sum giftast. Tað er her at spurningurin fer at halta.
Skal Føroya bispur ikki eisini í høvuðsheitinum taka støði í dagsins samfelagi, ella skal hann einans taka støði í skriftini, ella pørtum av skriftini, sum byggir á royndirnar í jødiska samfelagnum í eini farnari tíð fyri 2000 til 3500 árum síðani.
Um Føroya bispur í sínum verki skal taka støðu í dagsins samfelagi og leggja høvuðsdentin á samfelagið vit liva í í dag, tá er tað eina valevnið, Bergur Debes Joensen, fullkomiliga óegnaður til at røkja starvið sum bispur.
Og her er dokumentatiónin fyri hesum pástandi.
Framman fyri mær liggja tøl, sum eg í seinastu viku fekk frá Hagstovu Føroya og sum sýna vígslur og hjunaskilnaðir í Føroyum seinastu 10 árini.
Talan er um døpur tøl. Í 1996 varð sætti hvør føroyingur sum giftist fráskildur. Í 2004 var talið hækkað upp til fjórða hvønn føroying. Hetta skal sjálvandi ikki skiljast soleiðis, at tað vóru júst tey sum giftust hetta árið sum vórðu skild aftur, heldur at fyri so og so nógv, sum blivu gift, vórðu so og so nógv fráskild. Og talið er kanska hækkandi.
Frá álítandi keldum veit eg at siga, at í okkara høvuðsstaði eru fráskild fólk annar ella báðir partarnir í 33 prosentum av øllum vígslunum í fjør. Her eru tøl sum tala. Hesi 33 prosentini fáa ikki vælsignilsi nýggja bisps, um hann kemur at eita Bergur Debes Joensen. Tey kenna ikki fløvan, vælsignilsi, jaligu játtan nýggja bisps ella verða gratuleraði av honum og ynskt góðynskir, nú tey enn einaferð royna eydnuna í hjúnalagi.
Taka vit støði í dagsins samfelagi og at prestar skulu virka út frá hesum, so er tað í heilatikið løgið, at ein prestur hevur rætt til at nokta at gifta fólk upp aftur.
Eg havi verið í starvi í nøkrum arbeiðsplássum í mínum lívi. Allastaðni hevur verið galdandi, at um eg ikki kann innordna meg undir viðurskiftini á arbeiðsplássinum, so havi eg verið noyddur at sagt upp. Kann ein prestur, sum noktar uppafturgiftu, røkja sítt starv sum prestur, um hann noktar at víga 33 prosent av teimum, sum ynskja enn einaferð at royna seg í heilaga hjúnalagnum?
Og er tað ikki eitt sindur feigt hjá teimum prestur, sum nokta uppafturgiftu, at lata hinar starvsfelagarnar gera skitna arbeiðið?
Og verða teir trektir í løn fyri at sleppa undan einum stórum parti av vígsluarbeiðinum?
Um Bergur gerst bispur og fær makt sum hann hevur akt, kunnu vit so rokna við, at hann fer at arbeiða fyri, at tað als ikki verður loyvt at gifta fólk uppaftur?
Tað ber til at siga, at hjúnalagið hoyrir manni og kvinnu til, og børn eru upp í leikinum. Longur eri eg ikki komin enn, haldi mær til góðar. Prestar, sum nokta at gifta upp aftur, hugsa teir als ikki um, at teir eisini nokta børnum í sundurlisnum hjúnaløgum rættin til aftur at liva undir tryggum umstøðum, har foreldur og fosturforeldur eru gift.
Eg veit væl, at tað ber til at finna grundgevingar fyri øllum tí ein heldur við at leita í skriftini. Skriftin kann eisini lætt misnýtast. Paulus heitir á fólk, sum ikki kunnu allíkavæl standa móti girndini um at giftast. Og Móses tosar um, at tað sum Gud hevur ført saman skal maður ikki skilja.
Kristindómurin verður av hinum stóru heimsátrúnaðum kallaður fyri tann paradoksi átrúnaðurin. Her eru so nógvir mótsetningar og serliga um vit gloyma kærleiksandan í bíbliuni, og hann verður oftast skúgvaður til viks í kjaki.
Til seinast blívur hesin spurningurin við at hanga í luftini ósvaraður? Vil Bergur Debes Joensen, um hann fær makt sum hann hevur akt, senda fjórða hvønn sum giftist og sum sambært hagtølunum verður sundurlisin, vil hann senda alla hesa fjøld út í svartasta siðloysi við at nokta teimum samlív og at giftast uppaftur. Er tað kirkjunnar uppgáva skúgva fólk i siðloysi?
Tað verður ongin kirkja, meinigheit, samkoma ella fríkirkja, sum fer at steðga girndini ella gessinum, fyri at nýta eitt nógv beinraknari orð, hóast tað kanska ber brá av at vera óvandaligt. Fólk fara at gera sum hjún í hjúnarúmi, um tey eru gift ella ikki. Fyri tað kann prædikast til dómadag, men hetta faktum broytist ikki.
Tað ber sjálvsagt til at kúga girndina, men tá kemur hon út aftur millum rivjabeinini í øðrum devulskapi, til ampa og pínu fyri næstan og ein sjálvan.
Vit mugu rokna við, at okkar nýggi bispur er trúgvur móti síni egnu sannføring. Kann Bergur Debes Joensen verða trúgvur móti síni egnu sannføring og samstundis leiða eina kirkju, har fjórði hvør vígdur í hjúnalagi verður sundurlisin?
Hetta eg havi skrivað er ikki persónligt, annað enn at eg spyrji, um tað ber til hjá einum presti sum Bergi við hansara sjónarmiðum at leiða alt føroyska kirkjufólkið ella bara tey sum eru sum hava valt at vera stillarar hjá honum, og tey sum tey umboða, tí tey taka undir við hansara sannføring. Tá verður ikki talan um fólksins bisp, men bisp teirra fáu.
Ein annar spurningur sum enn rekur ósvaraður í høvdi mínum er hesin. Bergur hevur í valstríðnum til bispavalið boðað frá, at hann gongur inn fyri javnstøðu innan kirkjugátt. Tað vil siga, at prestar báðum kynum skulu virka undir somu rættindum. Merkir hetta, at Bergur eisini sum bispur fer at víga kvinnuligar prestar?
---------------------










