Vestmanna kommuna eftirkannar nú tey sjey tilboðini upp á at byggja røktarheim á Grønanesi. Tá ið bygdarráðið í Vestmanna fer at hava fund nú týsdagin tann 6. juli klokkan 17, er eitt av málunum, sum stendur á skránni fyri opnari hurð, innkomnu tilboðini upp á at byggja Røktarheim á Grønanesi.
Vestmanna Kommuna eftirkannar nú tilboðini og fer síðani at taka støðu til sáttmála um røktarheimsbyggingina.
Tilboðini vórðu latin upp mikudagin í vikuni, sum fór, og tá varð staðfest, at Kanjon eigur lægsta boðið, sum er 26.876.994 krónur. Ráðgevararnir mettu, at arbeiðið fór at kosta 28.253.655 krónur. Tað vil við øðrum orðum siga, at lægsta boðið er 1.376.861 krónur lægri enn tað, sum ráðgevararnir hava roknað, at arbeiðið fór at kosta.
Munurin millum lægsta og hægsta tilboðið var 10.329.806 krónur ella 36,6 prosent av metta kostnaðinum.
Átta arbeiðstakararar vóru bodnir at bjóða upp á arbeiðstøkuna, og sjey lótu tilboð inn.
Sambært heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu vóru tilboðini hesi:
Sp/f Kanjon 26.876.794
P/F MT Højgaard Føroyar 27.609.000
P/F Articon 27.788.649
Sp/f TG-Verk Føroyar 27.796.794
Sp/f Heildarverk 30.363.925
Sp/f Búsetur 31.770.088
P/F J&K Petersen Contractors 37.206.600