Í gjár var kanadiski rækju- og svartkalvatrolarin Saputi á Havnini eftir tveimum trolum, sum hann hevði keypt frá trolvirkinum Vónini. Saputi, sum er fyrrverandi Ango, kom til Føroya úr Skagen, har hann hevur verið á sleipistøð, skrivar Vágaportalurin.
Skipið er nú á veg til Ný Funnalands.
Skipari á Saputi er sørvingurin Dánjal Niclasen, sum hevur fiskað rækjur í Kanada í meira enn 20 ár. Manningin er kanadisk.
Kelda: Vágaportalurin










